Næst besta árið hjá flogvøllinum

Næst besta árið hjá flogvøllinum
406.453 ferðafólk komu og fóru um flogvøllin í fjør
Ferðafólkatalið í Vágum í fjør var tí 95,8 prosent av tí, tað var í 2019. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
03.01.2023 - 10:04

2022 gjørdist næst besta árið hjá flogvøllinum í Vágum.

Ferðafólkatalið var 406.453.

2019 er framvegis besta árið. Tá vóru ferðafólkini 424.281.

Ferðafólkatalið í fjør var tí 95,8 prosent av tí, tað var í 2019.

Í desember í fjør vóru ferðafólkini 22.373, níggju prosent færri enn í desember 2019, tá tey vóru 24.595.    

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980