Rentustuðul skal mótroknast

Rentustuðul skal mótroknast
Kærustovnurin hevur staðfest eina avgerð hjá Almannaverkinum
Almannaverkið mótroknaði rentustuðul, og tað var í lagi, sigur Kærustovnurin.
 
05.01.2023 - 08:20

Rentustuðul skal mótroknast í øðrum inntøkum, so sum stuðul frá tí almenna.

Sambært lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk vera inntøkur, so sum rentustuðul, mótroknaðar í stuðulsveitingini.

Tað sigur Kærustovnurin, sum hevur staðfest eina avgerð hjá Almannaverkinum.

Kært var um, at Almannaverkið mótroknaði rentustuðul í stuðli sambært lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk. 

Tað var í lagi, sigur Kærustovnurin.

Men Kærustovnurin heldur tó, at sambært góðum fyrisitingarsiði átti Almannaverkið boðað kæraranum frá mótrokningini, áðrenn mótrokningin var gjørd.
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. apríl
PLÁTUPANELIÐ #39 (1977)
206615
Leygardag 4. apríl
Tvey velja páskatónleik
206614
Leygardag 4. apríl
Jambalaja - 040426
206613
Leygardag 4. apríl
Upp á tá - 030426
206605
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563