Andstøðan: Aðalstjórar eiga at vera áramálssettir

Andstøðan: Aðalstjórar eiga at vera áramálssettir
Løgmaður gloppar eisini dyrnar fyri at broyta verandi skipan
Tey niggju aðalráðini skulu hava hvør sín aðalstjóra, men stóru andstøðuflokkarnir mæla nú til, at aðalstjórastørvini verða áramálssett.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.01.2023 - 13:21

Aðalstjórar eiga at vera áramálssettir.

Tað halda stóru andstøðuflokkarnir, Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin, nú nýggja landsstýrið ætlar at seta tríggjar nýggjar aðalstjórar í starv.

 

Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Nú vera aðalráðini níggju, og tá aðalstjórin í Fiskimálaráðnum brádliga skal vera "serligur ráðgevi", skal landsstýrið seta tríggjar aðalstjórar í starv.

Fráboðan um tað kom úr Tinganesi fyrradagin.

 

Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður.

 

Løgmaður gloppar dyrnar fyri at broyta verandi skipan, har aðalstjórar eru tænastumenn við trý ára uppsagnartíð.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

06012023_Adalstjorar

 

Nella Festirstein, Pól Edvard Egholm og Elin Mortensen vórðu í vikuni fyribilssett sum aðalstjórar í ávíkavist Lógar- og innlendismálaráðnum, Umhvørvismálaráðnum og Fiskimálaráðnum. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391