Dimmalætting verður mánaðarblað

Dimmalætting verður mánaðarblað
Øll starvsfólkini hava fingið boðið at halda fram
Dimmalætting, sum seinastu árini er komin út eina ferð um vikuna, verður nú mánaðarbløð. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen))
 
10.01.2023 - 18:01

Stutt fyri jól varð avtala gjørd millum eigararnar av Dimmalætting og Sosialinum um at leggja miðlarnar saman 1. januar í ár.

Øktar prentútreiðslur og broyttur miðlastuðul raka meint, segði Jonhard Hammer, fyritaksstjóri í Miðlahúsinum, tá, og tí er neyðugt við broytingum.

Men nú er greitt, at Dimmalætting fer at koma út eina ferð um mánaðin, heldur enn eina ferð um vikuna, sigur Jonhard Hammer:

 

10012023_Dimma

 

Jonhard Hammer er fyritaksstjóri í Miðlahúsinum.

 

Í desember var ógreitt, um samanleggingin fór at bera í sær uppsagnir, men Jonhard Hammer sigur, at øll starvsfólkini hava fingið boðið at halda fram. Hann vil tó ikki siga, hvussu nógv hava tikið av. 

Í fyrstu syftu fær Jonhard Hammer ábyrgdina av Dimmalætting:

 

10012023_Dimma1

 

Dimma.fo heldur fram við tíðindum og greinum á netinum. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Týsdag 23. juni
Morgunlestur týsdagur 23.juni 2026
209939
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980