Ólógligur máti at rokna rentur

Ólógligur máti at rokna rentur
Lógin er broytt í Danmark, og nú skal hon eisini broytast í Føroyum
Dómurin hjá Hægstarætti innibar meirútreiðslur hjá skaðavaldara, og kravdi nógv størri arbeiðsorku hjá Patienterstatningen.
 
12.01.2023 - 10:01

Í desember 2020 staðfesti Hægstirættur í einum dómi, at mátin, sum Patienterstatningen brúkti til at rokna rentur, var ólógligur.

Heimild var ikki í lógini, segði rætturin.

Lógin var síðani broytt í Danmark. Og nú skal hon broytast í Føroyum.

Eitt uppskot um ríkislógartilmæli er sent til hoyringar.

 

Størri arbeiðsorku

Dómurin hjá Hægstarætti innibar meirútreiðslur hjá skaðavaldara, og kravdi nógv størri arbeiðsorku hjá Patienterstatningen.

Lógin var tí broytt, so renturnar ikki blivu so stórar. Tær eru nú tær somu, sum tær vóru fyri dómin í 2020. 

Og umsitingin er ikki so stór sambært lógarbroytingini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360