BankNordik-savnið keypt 13 listaverk

BankNordik-savnið keypt 13 listaverk
Níggju listaverk eftir Arnold Vegghamar og fýra eftir Astri Luihn eru nú partur av BankNordik-savninum
Eitt av fýra listaverkum eftir Astrid Luihn, ið nú er partur av BankNordik-savninum
Mynd: BankNordik  
 
17.01.2023 - 09:04

BankNordik-savnið hevur keypt níggju verk eftir Arnold Vegghamar og fýra eftir Astri Luihn.

BankNordik-savnið keypti eisini trý listaverk eftir Torbjørn Olsen í fjør.

BankNordik stovnaði BankNordik-savnið í 2017 og gav savninum 623 listaverk, ið bankin átti.

Í 2020 gjørdi BankNordik av at lata BankNordik-savninum 150.000 kr. um árið til at keypa føroyska nútíðarlist fyri. 

Síðani 2020 hevur BankNordik-savnið keypt listaverk eftir hesum listafólkum:

  • 2020: Tvey listaverk eftir Anker Mortensen
  • 2021: Fimm listaverk eftir Jónu Rasmussen, eitt listaverk eftir Hansinu Iversen og tvey listaverk eftir Silju Eystberg.
  • 2022: Trý listaverk eftir Torbjørn Olsen, fýra listaverk eftir Astri Luihn og níggju eftir Arnold Vegghamar.


 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 3.apríl 2026
205931
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206570
Hósdag 2. apríl
Morgunlestur hósdagur 2.apríl 2026
205930
Mikudag 1. apríl
Bókin, sum ongantíð varð gloymd
206548
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 2. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206563
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483