Ongantíð hava so nógv fólk starvast í Føroyum

Ongantíð hava so nógv fólk starvast í Føroyum
Í desember í fjør vóru 14.600 menn og 13.700 kvinnur løntakararar, og so nógv fólk hava ongantíð starvast í Føroyum áður
Talið á arbeiðstakarum í Føroyum hevur ongantíð verið so høgt, sum í desember í fjør
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.01.2023 - 11:11

Teir nógvu útlendingarnir, sum koma til Føroya at arbeiða, síggjast aftur í løntakartalinum.

Knappliga eitt prosent fleiri løntakarar vóru í desember í fjør enn í desember í 2021.

Bróðurparturin av vøkstrinum eru løntakarar, sum hava annan enn danskan ríkisborgaraskap, skrivar Hagstovan.

 

Met í desember í fjør

Í desember í fjør vóru stívliga 28.300 fólk í løntakarafjøldini í Føroyum, 250 fleiri enn í desember í 2021, og tað er met fyri ein einstakan mánað.

Av teimum vóu 14.600 menn og 13.700 kvinnur løntakararar. 

Løntakarafjøldin veksur framvegis, men ikki við somu ferð sum fyri koronufarsóttina, skrivar Hagstovan. 

 

Fleiri og fleiri útlendingar

Alsamt størri partur av løntakaraskaranum hevur annan enn danskan ríkisborgaraskap, skrivar Hagstovan. 

Av teimum 250 fólkunum, sum eru komin aftrat, hava 200 annan enn danskan ríkisborgaraskap.

Í desember høvdu 7,0 prosent av løntakarunum annan enn danskan ríkisborgaraskap. 

Tey vóru 6,3 prosent í desember í 2021.

Fyri tíggju árum síðani vóru tey bara 2,5 prosent.

Myndir : © Bjarni Árting Rubeksen


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890