Landið og kommunur hava støðugar skattainntøkur

Landið og kommunur hava støðugar skattainntøkur
Landið hevur fingið 813 mió. kr. í skatti í ár og kommunurnar 933 mió. kr.
Landið hevur fingið áleið eins nógv í skatti í ár sum í fjør, og kommunurnar eitt vet minni
 
03.09.2013 - 09:07

Landið hevur fyrstu átta mánaðirnar í ár fingið nærum somu skattainntøku sum sama tíðarskeið í fjør. Tað vísir ein skattauppgerð hjá TAKS. Landið hevur higartil í ár fingið 814 milliónir krónur inn í skatti, og sammett við í fjør er talan um eina evarska lítla minking, 0,1 prosent.

Kommunurnar 11 mió. færri

Kommunurnar hava higartil fingið minni inn í skatti fyrstu átta mánaðirnar í ár enn í fjør. Tær hava higartil í ár fingið 933 milliónir krónur inn í skatti, og hetta eru 11 milliónir krónur færri enn sama tíðarskeið í fjør. Afturgongdin 1,2 prosent.

Millum størru kommunurnar hava Klaksvíkar kommuna, Tvøroyrar kommuna og Vága kommuna framgongd, meðan eitt nú Runavíkar kommuna og Tórshavnar kommuna hava fingið minni inn í skatti fyrstu átta mánaðirnar í ár sammett við í fjør.

Tórshavnar kommuna er millum kommunurnar, sum í ár hava lægri skattaprosent samanborið við í fjør.

152 mió. í eftirlønarskatti

Fyrstu átta mánaðirnar eru slakar 152 milliónir krónur komnar inn í eftirlønarskatti og 26 milliónir í kirkjuskatti. Eftirlønarskatturin er væl hægri enn sama tíðarskeið í fjør, slakar 17 milliónir krónur meira.

Eftirlønir, ið verða fluttar uttanlands, vórðu ikki skattaðar fyrra hálvár í fjør, og tí er neyðugt at taka fyrivarni við samanberingargrundarlagnum, tá ið tað snýr seg um eftirlønirnar, sigur Taks.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. desember
TEMAPLÁTAN: 'The Montreaux Album', Smokie, 1978
185635
Fríggjadag 27. desember
Vikuskiftið 27 des 2024
185619
Fríggjadag 27. desember
Morgunlestur fríggjadagur 27. desember 2024
185002
Hósdag 26. desember
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
185567
Mikudag 25. desember
Jolagesturin 2024: Kinna Poulsen
185336
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. desember
Transformatión
185627
Fríggjadag 27. desember
Hon leyp á leistum
167984
Fríggjadag 27. desember
Veðrið
185616
Hósdag 26. desember
Upp á gólv 2. jólakvøld 2019
102652