Skrásetingar- og meirvirðisgjald fyri elbilar komið í løgtingið

Skrásetingar- og meirvirðisgjald fyri elbilar komið í løgtingið
Við uppskotinum, sum nú er komið, verður frítøkan av virðisgjaldinum fyri elbilar og vetnisbilar longd til eisini at galda í 2023 og 2024
 
20.01.2023 - 08:50

Uppskotini um skrásetingargjald og meirvirðisgjald fyri elbilar eru komin í løgtingið.

Landskassin fekk 100 mió. kr. í skrásetingargjaldi í fjør.

Hann fekk 186 milliónir í 2019.

Orsøkin er ikki bara elbilar, men færri nýggir bilar vera skrásettir yvirhøvur.

 

Frítøka fyri virðisgjalding 

Við uppskotinum, sum nú er komið, verður frítøkan av virðisgjaldinum fyri elbilar og vetnisbilar longd til eisini at galda í 2023 og 2024. 

Frá 2025 verður virðisgjaldið sett í verk stigvíst.

Men 1.juli í ár hækkar avgjaldið fyri hybridakfør.

Tað verður tað sama, sum nú er galdandi fyri bensinbilar og dieselbilar.

 

Afturbering

Afturberingin av meirvirðisgjaldinum fyri elbilar verður eisini í ár og næsta ár.

Men fyri hybridbilar verður afturberingin bara til 1.juli ár.

Fyrsta viðgerð verður í løgtinginum 30.januar.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. mai
Eftir Vørðunum - teknmálstulkað
192195
Mikudag 21. mai
KAKUMiKS (2:7) - teknmálstulkað
192190
Mikudag 21. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192158
Týsdag 20. mai
Veðrið
192138
Týsdag 20. mai
3-2 (28. apríl 2025)
192112