Innirøðarar vunnu nógv

Innirøðarar vunnu nógv
Føroysku røðararnir, sum í dag hava kappast í danska býnum Gladsaxe um donsku meistaraheitini í inniróðri, vunnu tilsamans 19 heiðursmerki.
 
21.01.2023 - 18:26

Føroyingarnir mannaðu 30 kappingarsetur og teir yngru røðararnir vunnu 13 og teir eldru seks heiðursmerki.

Sarita Kristina Hansen var danskur meistari á bæði 500 og 2000 metra teinunum í lættvekt í 30+ Masters.

Zoe Dickson, Vár Guriardóttir og Sára Maria Johansen, sum rógva við donskum feløgum, vunnu hvør sítt danska meistaraheiti – Vár í 200 metra sprint, Zoe í 500 metra stafett og Sára Maria í 1000 metra stafett.

Armgarð Sigurdsdóttir vann danska meistaraheitið hjá U15-gentum við at rógva 1039 metrar upp á fýra minuttir og eisini vann hon DM á 200 metra teininum í sprint.

Og Sólrun Lützen vann danska meistaraheitið hjá U14-gentum við at rógva 777 metrar eftir trimum minuttum.
 
Næsta vikuskiftið fara vaksnu røðararnir á landsliðnum til París at kappast um europameistaraheiti í inniróðri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970