Nýtt frítíðartilboð latið upp

Nýtt frítíðartilboð latið upp
Við nýggja frítíðartilboðnum á Frúutrøð í Havn minkar bíðilistin til frítíðartilboð úr 34 niður í 16
Almannaverkið og Tórshavnar kommuna gjørdu avtalu um at gera frítíðartilboðið á Frúutrøð í fjør summar.
 
24.01.2023 - 10:24

Frítíðartilboðið á Frúutrøð í Havn til børn við serligum tørvi hevur latið upp.

Tilboðið er til børn frá 3. flokki. Pláss er fyri 18 børnum.

Almannaverkið og Tórshavnar kommuna gjørdu avtalu um at gera frítíðartilboðið á Frúutrøð í fjør summar.

Leigumálið fyri partar av gamla musikkskúlanum er fimm ár.

Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum segði í Degi og viku fríggjakvøldið, at við nýggja frítíðartilboðnum minkar bíðilistin til frítíðartilboð úr 34 niður í 16.

Seks í Tórshavnar kommunu, sum væntandi fáa tilboð seinni í vár, og 10 uttan fyri Havnina.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. juli
Morgunlestur týsdagur 29. juli 2025
194899
Mánadag 28. juli
Morgunlestur mánadagur 28. juli 2025
194898
Sunnudag 27. juli
RagnarRokk: Neal Morse um Deep Water
194167
Sunnudag 27. juli
Guðstænasta í Havnar kirkju
194985
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. juli
Guðstænasta úr Havnar kirkju
195031
Mánadag 28. juli
Á Ólavsøku 2025
195019
Mánadag 28. juli
Ólavsøkan verður sett 2025
195018
Mánadag 28. juli
Upp á gólv - Ólavsøkuaftan
194992
Mánadag 28. juli
Ólavsøkuróðurin 2025: 10 Mannafør
195017