Vil hava meiri pening til verjuendamál

Vil hava meiri pening til verjuendamál
NATO-aðalskrivarin sigur, at tíðin er komin at dagføra málið um tvey prosent av BTÚ
Jens Stoltenberg, NATO-aðalskrivari, sigur, at nýtt mál verður væntandi sett í summar, tá NATO-toppfundur verður í Vilnius.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
25.01.2023 - 15:11

Málið um, at NATO-limalondini skulu brúka í minsta lagi tvey prosent av síni bruttotjóðarúrtøku til verjumál, er ov lítið.

Tað sigur NATO-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, í samrøðu við týska miðilin, Die Welt.

Hann sigur, at málið um tvey prosent var sett í 2014, og skuldi vera galdandi í tíggju ár, til 2024, og at tíðin nú er komin til at dagføra hetta málið.

 

Nýtt mál

Jens Stoltenberg væntar, at nýtt mál verður sett í juli, tá NATO-londini møtast á toppfundi í Vilnius.

Tað er kríggið í Ukraina, sum nú hevur fingið fleiri NATO-lond at leggja størri dent á verju og trygd. 

Eisini í Danmark, har nógv kjak hevur verið um ætlanina hjá stjórnini at strika dýra biðidag sum halgidag fyri at fíggja øktu útreiðslurnar til donsku verjuna.

Frá 1950-árunum til byrjanina av 1990-árunum brúkti Danmark meir enn tvey prosent av sínum BTÚ til verju og trygd, men síðani hevur tað verið minni enn tvey prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. januar
Jambalaja - 100126
202485
Leygardag 10. januar
Upp á tá - 090126
202480
Leygardag 10. januar
Vikugesturin: Mitt í tónleikinum
202479
Leygardag 10. januar
Vikan 10. januar 2026
202471
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429
Fríggjadag 9. januar
Veðrið
202459
Hósdag 8. januar
Margreta - teknmálstulkað
202400
Hósdag 8. januar
Veðrið
202397
Mikudag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202341