Minst mutur í Danmark

Minst mutur í Danmark
Transparency International hevur gjørt yvirlit yvir støðuna
 
31.01.2023 - 09:19

Í árliga yvirlitinum hjá Transparency International liggur Danmark á fyrsta plássi yvir lond í heiminum við minst mutri.

Danmark fær 90 av 100 møguligum stigum, nummar tvey er Finnland, og síðani kemur Nýsæland við 87 stigum. 

Noreg er á áttanda plássi við 84 stigum, og er sostatt fyri fyrstu ferð framman fyri Svøríki, sum fær 83 stig, skrivar Tansparency International í tíðindaskrivi. 

Ísland er nummar 14 listanum, - niðast av Norðurlondum við 74 stigum, -  og tað fingu Estland og Kanada eisini.

Niðast á listanum er Somalia við 12 stigum, síðani koma Sýria og Suðursudan við 13 stigum. 

 

Viðkvom fyri valdsmisnýtslu og sviki

Ófriður og kríggj hava avmarkað tilfeingið og gjørt londini sera viðkvom fyri valdsmisnýtslu og sviki.

Eisini í Evropa er støðan ring. 

Kríggið hjá Russlandi móti Ukraina vísir, hvussu valdsmisnýtsla hóttir friðin og trygdina í heiminum, sigur felagsskapurin. 

- Vantandi eftirlitsskipanir hava givið Putin høvið at fylgja síni egnu geopolitisku ætlan. Álopið hevur gjørt støðuna á evropiska meginlandinum óstøðuga, og tað hóttir frælsið og drepur túsundtals fólk, skrivar Transparency International.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083