Ársins ítróttanavn: Hákun West av Teigum

Ársins ítróttanavn: Hákun West av Teigum
Hákun West av Teigum er ítróttaNAVNIÐ 2022.
 
04.02.2023 - 21:06

At klatra upp á tindarnar krevur eitt miðvíst arbeiði, og tað krevur eisini nógva tíð, nógva orku og stórt yvirskot. ÍSF fagnar á hvørjum ári einum ítróttanavni, sum hevur skarað framúr. 

Og ilt ber til at siga annað enn, at hondbóltsspælarin Hákun West av Teigum av sonnum skaraði framúr í 2022. 

Sum ungur sleyt ungi høgri vongurin hondbóltsskógvarnar í Hoyvíkshøllini, áðrenn hann við familjuni flutti til Aarhus. . 

Hákun West av Teigum hevur seinastu tíðina spælt við Skanderborg, sum er í bestu donsku hondbóltsdeildini. Men í november rakk Hákun enn einum tindi, tá ið tað var kunngjørt, at hann hevði skrivað undir ein trý ára sáttmála við oddaliðið í týsku Bundesliguni, Füchse Berlin. Har skal hann avloysa danska landsliðsspælaran, Hans Lindberg, ið telist millum bestu høgru vengur nakrantíð yvirhøvur.

Bundesligan verður mett at vera heimsins sterkasta hondbóltsliga. Og tað er kanska ikki løgið, at stóra hondbóltsfelagið úr Berlin hevur havt eyguni á føroyska talentinum. Tí í 2022 varð Hákun kosin heimsins besti, ungi høgri vongur av hondbóltsmiðilinum Handball Planet. 

- Tá man verður valdur sum tann besti á sínum plássi, er tað als ikki løgið, at tey størstu feløgini í heiminum vilja hava teg, sigur Mark Mercher, fyrrverandi venjari hjá Hákuni millum annað.

ARSINS_ITROTTARNAVN

 

- Gevur mær enn meira drívmegi

Hákun West av Teigum hevði ikki møguleika at luttaka til heiðurslønahandanina. Hann fekk tí heiðurslønina handaða til eina landsliðsvenjing. 

- Hetta gevur mær enn meira drívmegi at klára tað væl, segði hann millum annað, eftir at løgmaður, Aksel V. Johannesen, hevði handað honum heiðurslønina. 

ITRFAGN_230204_AVDUKING_NAVN

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. januar
Bolero 11 januar 2026
202494
Sunnudag 11. januar
Akademia: Metaetikkur
202423
Leygardag 10. januar
Jambalaja - 100126
202485
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429
Fríggjadag 9. januar
Veðrið
202459