Ferð komin á svimjihøllina í Runavík

Ferð komin á svimjihøllina í Runavík
Tað gongur við rúkandi ferð við svimjihøllini, boðar Runavíkar kommuna í dag frá á heimasíðuni. Fyrsta stigið var at taka gamla millumbygningin niður
Skapið av nýggja svimjihøllin, sum verður partur av Bylgjuni í Runavík, byrjar at síggjast
Mynd: Runavíkar kommuna  
 
03.02.2023 - 16:05

Svimjihøll verður bygd í norðrara enda av Bylgjuni í Runavík, og leggur tvær lonir aftrat verandi bygningi.

Runavíkar kommuna skrivar á heimasíðuni í dag, at stutt eftir, at avtalan millum Runavíkar kommunu og Kanjon um bygging av svimjihøll varð undirskrivað 27.10.22, fór Kanjon í gongd við arbeiðið, sum er mett at taka góð tvey ár.

Longu eina viku eftir undirskriving var nógv virksemi í økinum, og tey sum ferðast har javnan, leggja merki til, at har broytist skjótt.

 

Gamal millum bygningur tikin niður

Eftir innleiðandi fyrireikingar var fyrsta stigið at taka gamla millumbygningin niður.

Kanningar tíðliga í tilgongdini vístu, at tann bygningurin, sum ikki bleiv renoveraður, tá Bylgjan varð útbygd við fimleikahøll í 2014, ikki hóskaði sum partur av nýggju svimjihøllini.

Næsta stigið var at grava omanav, og er tað komið væl áleiðis. Í seinastuni er eisini sprongt í økinum.

Djúpri endin av hylinum fer niður á fýra metra dýpi, tí skal gravast nakað niður aftrat, áðrenn farast kann undir bygging av svimjihøllini.

 

25 m. hyl við átta geilum

Svimjihøllin, sum nú verður bygd afturat Bylgjuni í Runavík, fer at hava alskyns hentleikar. 

  • 25 metra hyl við átta geilum, sum fer frá 1,35 metrar dýpi í grunna endanum til fýra metra dýpi í djúpa endanum. Tær átta geilarnar hava við sær, at hann er 21 metrar breiður.

  • Hangandi pall til lop omanfyri djúpa endan, sum klatrast skal upp til í reipstiga.
  • Ein grynri barnahyl við tveimum ymiskum dýpdum, har børn kunnu spæla og annars venja seg við vatn.
  • Eina vatnøku.

  • Eitt vælveruøki við heitum hyli, tveimum saunum og dampbaði, umframt køldum potti úti.

  • Tvey størri umklæðingarrúm og tvey smærri til familjur ella rørslutarnaði.
  • Tvey størri umklæðingarrúm uppi á til virksemi í ítróttarhøllini.

  • Harumframt móttøku, fundarhøli, goymslur og onnur smærri høli.

 

Higartil hevur arbeiðið við svimjihøllini gingið skjótt og væl, og verður hon væntandi liðug á vári 2025, skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðuni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938