Ársins ítróttafelagsskapur: Víkingur

Ársins ítróttafelagsskapur: Víkingur
Víkingur hevur fingið heiðurin sum ítróttaFELAGSSKAPURIN 2022.
Víkingur er tað felagið, ið hevur flest leikarar skrásettar í mun til fólkatalið í økinum/kommununi. Og tað hevur givið felagnum góð úrslit. Í summar vunnu teir millum annað kappingina um Løgmanssteypið.
 
04.02.2023 - 20:28

Ítróttarfeløgini eru ikki bara kapping og elita, tey eru eisini rørsla, motión, sunnheit og hugni. Eitt stað, har kunnu øll vera við – óansæð kyn, aldur og sannføring.

Felagsítróttin hevur øll við og skapar eina savningarmegi, sum hevur stóran týdning fyri alt samfelagið.

Ítróttafelagsskapurin er ein vælvirkandi felagsskapur, sum tekur ábyrgd og leggur lunnar undir eitt gott og mennandi umhvørvi fyri  limafeløg og/ella íðkarar, venjarar, nevndarlimir, sjálvboðin v.m. Og heiðurslønina til ársins ítróttafelagsskap verður latin felagsskapi, sum ger eitt sera gott ítróttaligt og samfelagsligt arbeiði.

Í ár varð heiðurslønin fyri ársins ítróttaFELAGSSKAP latin ítróttafelagnum Víkingi.

 

Stór mál hava givið úrslit

Víkingur hevur seinastu árini veruliga torað at sett sær stór mál – við at satsa uppá egnar leikarar og venjarar. Allir venjarar hjá børnum og ungum eru sjálvboðin, og júst sjálvbodna arbeiðið er nakað, ið eyðkennir Víking. Soleiðis skrivaði innstillingarnevndin millum annað í tilnevningarkunngerðini.

Víðari skrivaði nevndin, at man í fleiri ár í Víkingi hevur lagt stóran dent á at hava breiddina við so langt upp sum møguligt. Av tí at fólkagrundarlagið ikki er serliga stórt, so er tað jú av stórum týdningi, at fráfallið er so lítið sum møguligt. Tí tá eitt lið skal mannast til heilan vøll við 11 leikarum (og fleiri á bonkinum), so er brúk fyri øllum.

Hetta hevur givið úrslit, tí Víkingur er tað felagið, ið hevur flest leikarar skrásettar í mun til fólkatalið í økinum/kommununi. Heili 20 % av fólkinum eru skrásett sum virknir fótbóltsspælarar.

Felagið hevur eisini fingið góð úrslit, og hevur m.a. í ár vunnið kappingina um Løgmanssteypið ímóti KÍ við so at siga bert føroyskum leikarum, har nógv teir flestu eru uppvaksnir í felagnum. Víkingur endaði eisini á 2. plássi í landskappingini.

Í Víkingi leggja tey dent á at dyrka ein góðan felagsskap, tí tey bjóða eitt gott og seriøst tilboð til børn, ung og vaksin í nærumhvørvinum, og tí at tað er ein felagsskapur, har tað er pláss fyri øllum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. februar
Morgunlestur fríggjadagur 27.februar 2026
204599
Hósdag 26. februar
RagnarRokk 26.februar 2026
203954
Hósdag 26. februar
RagnarRokk: Zac Tell um Before We All Die
203953
Hósdag 26. februar
Kvørnin: "ÓJÓ", Tunghoyrt
204901
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. februar
Brellbiti: Hoydalar
204735
Hósdag 26. februar
Sophilia: Føroyingar
204816
Hósdag 26. februar
Bjarki: Summar
204811
Hósdag 26. februar
Emma: Kvøða til pinkubarnið
204813
Hósdag 26. februar
Jóhanna: Trúgv
204814