Ísland: Hýsir stórum fundi

Ísland: Hýsir stórum fundi
Íslendska politiið fer at leita sær hjálp frá starvsfeløgum úr øðrum londum, tá ið Reykjavík til várs verður vertur fyri toppfundinum hjá Europeiska Ráðnum.
Hundraðtals politistar úr øllum Íslandi verða til staðar í Reykjavík undir toppfundinum til várs
Mynd: Kristinn Magnússon/mbl.is  
 
04.02.2023 - 18:31

Íslendski ríkispolitiovastin hevur millum annað boðað politileiðslunum í hinum norðurlondum frá, at brúk verður fyri hjálp og stuðli í sambandi við fundin.

Morgunblaðið skrivar, at hetta er fyrstu ferð, at íslendska politiið hevur leitað sær hjálp uttan fyri landoddarnar í sambandi við altjóða fund í Íslandi.

Hundraðtals politistar úr øllum Íslandi verða til staðar í Reykjavík undir toppfundinum, og hetta er størsta trygdaruppgávan, íslendska politiið nakrantíð hevur havt.

Millum annað er hon nógv størri, enn tá uttanríkisráðharrarnir úr øllum ES og øðrum samstarvandi londum hittust í Reykjavík í 2002.

Eitt av limalondunum í Europeiska Ráðnum er Ukraina, og millum gestirnar, ið kunnu væntast til Íslands, er ukrainski forsetin, Volodimir Zelensky.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. mai
Eftir Vørðunum - teknmálstulkað
192195
Mikudag 21. mai
KAKUMiKS (2:7) - teknmálstulkað
192190
Mikudag 21. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192158
Týsdag 20. mai
Veðrið
192138
Týsdag 20. mai
3-2 (28. apríl 2025)
192112