Føroyingar taptu finalur

Føroyingar taptu finalur
Tað gekk ikki eftir vild hjá føroyingunum báðum, sum í dag vóru við í donsku steypafinalunum í flogbólti.
Tað gekk ikki eftir vild hjá føroyingunum báðum í donsku steypafinalunum í dag
Mynd: Flemming Patulski Nielsen  
 
04.02.2023 - 18:34

Bæði Áslakur Holm og Súsanna Sigrunardóttir Ludvig taptu sínar finalur og máttu taka til takkar við silvurmerkjum.

Áslakur Holm, sum spælir við mansliðnum hjá VK Vestsjælland, mátti við liði sínum lúta fyri Marienlyst Volley, ið vann 3-0.

Tað leikaði javnt á tey bæði fyrru settini, sum bæði endaðu 25-22, men í triðja setti var størri munur, og Marienlyst vann tað 25-16.

Súsanna Sólrunardóttir Ludvig, sum spælir við kvinnunum hjá Brøndby VK, tapti somuleiðis 3-0 í síni finalu, sum var ímóti Holte IF.

Eisini her leikaði javnt á tey bæði fyrru settini, sum endaðu ávikavist 25-22 og 28-26 til Holte, sum í triðja setti beindi allan iva av vegnum og vann 25-11.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375