KVF og Tónleikasambandið menna “Spæl føroyskt”-átakið 

Um KVFTíðindi
KVF og Tónleikasambandið menna “Spæl føroyskt”-átakið 
Árliga “Spæl føroyskt”-vikan verður aftur í byrjanini av mars, men hesa ferð í nýggjum hami  
 
02/09/2023 - 08:52

Spæl føroyskt-vikan verður aftur á skránni tann 6.-12. mars, men hesa ferð er leisturin broyttur. Tað verður bæði ein vika, har KVF fer at spæla føroyskan tónleik burturav og ein vika við framførslum og framløgum við føroyskum tónleiki kring alt landið og enntá á føroyskum sendistovum úti í heimi. Tað eru Tónleikasamband Føroya og KVF, sum samstarva um “Spæl føroyskt”.
 
Formaðurin í Tónleikasambandinum, Dánjal á Neystabø, fegnast um nýggja leistin: 

”Við Spæl føroyskt-vikuni seta vit føroyskan tónleik á breddan og eggja spælistøðum, stovnum, fyritøkum og privatpersónum at mynda vikuna, júst sum teimum lystir”, sigur hann. ”Tað kann vera ein framførsla í eini frisørsalong, ein barnagarður, sum framførir á einum ellisheimi, ella felagssangur í eini hugnaligari stovu. Tað er bert hugflogið, sum setur mørk”, leggur hann afturat.   

 

Spæl føroyskt-vikan skal styrkja savningarmegina innan føroyskan tónleik   

”Við Spæl føroyskt-vikuni vilja vit virka fyri einum livandi tónleikalívi, sum styrkir bond og skapar savningarmegi innan føroyskan tónleik. Her meina vit við allan tónleik, sum er framførdur ella framleiddur av føroyingum, alt frá Kingo-sálmi til tungmetal, rapp og føroyskan dans. Hetta er veruliga ein vika, ið heiðrar føroyskan tónleik í breiðastu merking, og stimbrar føroyska tónleikaarvin og málið,” sigur Dánjal á Neystabø.   

 

 

Betri møguleikar fyri samstarvi

Í KVF fegnast tónleikasamskiparin, Eyðfinn Jensen, um, at “Spæl føroyskt”-vikan fær eina dimensjón afturat: 

“Líka síðan vit byrjaðu Spæl føroyskt í 2008, hevur átakið ment seg støðugt. Í fyrstani var talan um ein árligan Spæl føroyskt-dag í útvarpinum, sum seinni bleiv til tveir dagar um árið, og tá KVF tók stig til FMA í 2014, bleiv Spæl føroyskt víðkað til eina heila viku. Tað hevur altíð verið okkara ynski, at livandi tónleikur skuldi vera ein partur av Spæl føroyskt-átakinum, og í samstarvi við Tónleikasamband Føroya verður hetta nú veruleiki”, sigur Eyðfinn Jensen, sum eisini heldur tað vera eitt framstig, at Tónleikasambandið er vorðið ein partur av FMA-samstarvinum: 

“Tónleikasamband Føroya er ein yvirskipaður felagsskapur, sum umboðar øll onnur tónleikafeløg í Føroyum, og tað gevur okkum nýggjar og betri møguleikar at samstarva um ymisk mál á tónleikaøkinum. Spæl føroyskt og FMA eru bara tvey tey fyrstu dømini um hetta”, sigur Eyðfinn Jensen. 
 
Hæddarpunktið í Spæl føroyskt-vikuni er FMA (Faroese Music Awards), har føroyskur tónleikur verður fagnaður og heiðraður. Tiltakið er í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið tann 11. mars og verður sent beinleiðis í sjónvarpinum hjá KVF.  Hetta er 10. árið á rað, at skipað verður fyri FMA. 

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. mars
Morgunlestur týsdagur 21. mars 2023
154359
Mánadag 20. mars
Norðurljóð 20. mars 2023
154244
Mánadag 20. mars
Málteigurin um purismu
154357
Mánadag 20. mars
Góðan morgun Føroyar 20.03.2023
154355
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mars
Møti úr Filadelfia í Gøtu
154340
Sunnudag 19. mars
Andakt við Árna Joensen
154308
Fríggjadag 17. mars
Veðrið
154274
Týsdag 14. mars
Flýdd til friðin í Froðba
154080

Um kvf css