Sethúsaprísurin hækkaði í fjør, men nú eru fólk meira varin

Sethúsaprísurin hækkaði í fjør, men nú eru fólk meira varin
Sethúsasølan er minkað, og er tann minsta í níggju ár, sigur Betri Banki
Miðalprísurin á sethúsum í Havn hækkaði sjey prosent, og hækkingin fyri alt landið í fjør var 11 prosent samanborið við 2021. (Savnsmynd)
 
10.02.2023 - 15:47

Sethús í Føroyum kostaðu í miðal 2,6 milliónir kr. í fjør.

Í Havn kostaðu tey í miðal 3,9 milliónir, og í Klaksvík og í Eysturoynni ávikavist 2,8 og 2,1 millión kr.

Tað vísir ein greining, sum Betri Banki hevur gjørt.

Miðalprísurin í Havn hækkaði sjey prosent, og hækkingin fyri alt landið í fjør var 11 prosent samanborið við 2021.

Tó lækkaði miðalprísurin í ávísum økjum í landinum. Frá triðja til fjórða ársfjórðing lækkaði sethúsaprísurin í Havn í miðal níggju prosent.

 

 

Eru meira varin

Betri Banki sigur, at hækkandi rentur og prísvøksturin gera, at fólk eru vorðin meira varin. 

Tað sæst aftur í talinum av sethúsasølum, sum í fjør var tað minsta í níggju ár.

Kára á Dunga, stjóri í Betri Heimi, sigur, at sethúsaprísirnir eru lækkaðir 5-10 prosent í ávísum pørtum av landinum seinna hálvár í fjør, og prísurin fer væntandi at lækka enn meira í ár.

 

 

Bústaðarbyrðan er vorðin tyngri

Bústaðarbyrðan í Føroyum í fjør var í miðal 22 prosent. Tað eru tvey prosentstig meira enn í 2021.

Bústaðarbyrðan lýsir, hvussu stóran part av inntøkuni eftir skatt eitt par við tveimum børnum undir sjey ár skal brúka at gjalda bústaðarlánið

Bústaðarbyrðan í Havn var 37 prosent í fjør, og tað eru trý prosentstig meira enn í fyrraárið.

Í Klaksvík og í Eysturoynni var bústaðarbyrðan ávíkavist 27 og 20 prosent í fjør,  ella ávikavist fimm og tvey prosentstig størri enn í 2021. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. apríl
Mono 290426 - 5. sending
207733
Mikudag 29. apríl
Skratsj 29. apríl 2026
207718
Mikudag 29. apríl
Eitt korter við klassiskum
207717
Mikudag 29. apríl
Serfrøðingurin
207705
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204