Grundstykki í Nólsoy til sølu

Grundstykki í Nólsoy til sølu
Nøkur stykki í útstykkingini undir Bøbrekku verða seld, sum tey liggja
Stykkini undir Bøbrekku í Nólsoy verða nú aftur lýst til sølu.
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
10.02.2023 - 15:49

Tórshavnar kommuna lýsir fleiri grundstykkir í Nólsoy til sølu. 

Talan er um nøkur av grundstykkjunum, ið eru eftir av útstykkingini undir Bøbrekku. Stykkini hava sostatt staðið til sølu fyrr.

Hvørt stykki er umleið 500 fermetrar til støddar. 

Stykkini eru ikki útgrivin, og verða seld, sum tey liggja. 

Tey kosta 165.000 kr´. umframt tinglýsingarkostnaðin, sum keypari rindar. 

Vanligar kommunalar ásetingar verða tinglýstar á stykkjunum, eitt nú bústaðarskylda, skrivar Tórshavnar kommuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360