Heri Reynheim verður formaður

Heri Reynheim verður formaður
Av tí at hann er einasta valevni til formanssessin í Havnar Arbeiðarafelag, verður hann valdur uttan atkvøðugreiðslu
Heri Reynheim verður nýggjur formaður í Havnar Arbeiðarafelag.
 
13.02.2023 - 15:18

Heri Reynheim verður nýggjur formaður í Havnar Arbeiðarafelag.

Tað upplýsir heimasíðan hjá Havnar Arbeiðarafelag.

Felagið hevur aðalfund leygardagin 4. mars, og fyrsta punkt á skránni er formansval.

Men av tí at bert eitt uppskot er um formann, og tað er virkandi formaðurin, Heri Reynheim, verður hann valdur uttan atkvøðugreiðslu.

Heri Reynheim tekur við formanssessinum eftir Hans Joensen, sála. 

Tveir nevndarlimir standa eisini fyri vali. Teir eru Sakari Hansen og Allan Clementsen. Báðir taka við afturvali.

Petur Dagfinn Højgaard, Jóhan Carl Dam og Martin Petersen stilla eisini upp til nevndarvalið.

Havnar Arbeiðsmannafelag broytti navn til Havnar Arbeiðarafelag í 2003.

Hoyr samrøðu, sum Ruth Winther Poulsen gjørdi við Hera Reynheim í útvarpstíðindunum:

 

13022023_Heri_Reynheim

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342