Grønlendingar krevja danska statin eftir endurgjaldi

Grønlendingar krevja danska statin eftir endurgjaldi
Kravið verður sett, tí grønlendingarnir hava ikki havt møguleika at kenna pápan og uppruna
Mett verður, at tað eru umleið 3.300 faðirloysingar í Grønlandi og 1.300 faðirloysingar í Danmark. (Savnsmynd)
 
16.02.2023 - 09:55

26 grønlendingar skuldseta donsku stjórnina fyri brot á mannarættindini. 

Grønlendingarnir hava sent danska statinum krav um 125.000 krónur í endurgjaldi hvør, tí tey hava ikki havt møguleika at kenna pápa sín og uppruna, skrivar Danmarks Radio.

Áðrenn lógin um javnrætt hjá børnum kom í gildi í 1974, var ongin faðirskapskylda fyri børn, ið vóru fødd uttan fyri hjúnalag.

Tann bólkurin av børnum er seinni vorðin kendur sum løgfrøðiligir faðirloysingar. Eisini nakað upp í 1970-ini eru dømi um grønlendsk børn, sum eru fødd uttan arvarætt.

Um endurgjaldskravið vinnur frama, kunnu eisini onnur børn, ið eru faðirloysingar í Grønlandi, krevja endurgjalda frá danska statinum.

 

4.600 faðirloysingar

Eingi almenn tøl finnast, men mett verður, at tað eru umleið 3.300 faðirloysingar í Grønlandi og 1.300 faðirloysingar í Danmark, sambært einari frágreiðing frá 2017.

Í 2014 var lógin um arvarætt broytt, so tey, sum eru løgfrøðiligir faðirloysingar, kunnu reisa endurgjaldskrav, og hava rætt til at arva pápa sín.

Men lógin slær fast, at løgfrøðiligir faðirloysingar bara kunnu fáa lut í arvi, um deyðsbúgvið ikki longu er gjørt upp.

Málið um endurgjaldskrav móti danska statinum var reist í fjør.

- Tað er ikki bara málsviðgerðin, sum tekur óvanliga langa tíð, men tað er eisini óvissan, sum faðirloysingarnir,  ið vit umboða, eru í, og tí gera vit aftur vart við okkum nú, sigur Albert Gunnarsen, advokatur, við Danmarks Radio. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819