Fíggjarlógin farin í fíggjarnevndina

Fíggjarlógin farin í fíggjarnevndina
Í dag fer tingið at atkvøða í málunum um avgjøld á elbilar og hybridbilar
Eyðgunn Samuelsen, forkvinna, og hini í fíggjarnevndini hava nú fingið fíggjarlógaruppskotið til viðgerðar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.02.2023 - 08:41

Uppskotið um fíggjarlóg fyri 2023 er nú í fíggjarnevndini.

Fyrsta viðgerð í løgtinginum var liðug beint fyri klokkan átta í gjárkvøldið.

Trý onnur mál vóru á skránni, men tey vóru ikki avgreidd í gjárkvøldið.

Tí var tingfundurin niðurlagdur, og hann verður tikin upp aftur í dag klokkan tíggju.

Onnur viðgerð og atkvøðugreiðsla verður um uppskotini um avgjøld á elbilar og hybridbilar og um broytingarnar í bráðfeingis játtanarlógini fyri 2023.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310