Fíggjarnevndin fer nú at viðgera fíggjarlógina

Fíggjarnevndin fer nú at viðgera fíggjarlógina
Avlopið í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2023 verður 141 milliónir krónur
Eyðgunn Samuelsen er forkvinna í fíggjarnevndini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.02.2023 - 08:53

Mikudagin fer fíggjarnevndin hjá løgtinginum undir at viðgera uppskotið um fíggjarlóg fyri 2023.

Avlopið í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2023 verður 141 milliónir krónur.

Samlaðu inntøkurnar eru mettar til seks milliardir og 940 milliónir krónur, og útreiðslumetingin sigur seks milliardir og 799 milliónir krónur.

Av hesum fara seks milliardir og 169 milliónir til rakstur. 630 milliónir krónur fara til løgur og løgukendar útreiðslur.

Fyrsta viðgerð var í tinginum hósdagin, og eftir ta viðgerðina fekk fíggjarnevndin uppskotið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342