Ov lítið pláss til gravir í Vestmanna

Ov lítið pláss til gravir í Vestmanna
Málið verður viðgjørt á bygdarráðsfundi í kvøld
Ætlanirnar, sum kommunan arbeiðir, bera í sær, at tørvurin á gravum í Vestmanna verður nøktaður næstu 20-25 árini.
 
23.02.2023 - 14:04

Vestmanna bygdarráð fer á fundi í kvøld at taka støðu til, hvat gerast skal við kirkjugarðarnar í bygdini.

- Verður einki gjørt, er einki pláss eftir til gravir um hálvtfjórða ár, sigur Bjørg á Rógvi, borgarstjóri í Vestmanna.

Tveir møguleikar eru, og bygdarráðið skal nú gera av, hvør av teimum, ið fyrstur verður settur í verk.

 

Kommunustýrisfundur verður í Vestmanna í kvøld. Eitt av málununum á skránni er kirkjugarðarnir í bygdini. 

 

Annar er, at elsti parturin av gamla kirkjugarðinum verður umskipaður, so mold verður koyrd útyvir, og gravast kann av nýggjum.

Hin er, at nýggi kirkjugarðurin á Knúgvum, sum er ovari í bygdini, verður bygdur út. Kommunan eigur øki til tað.

- Gera vit gamla kirkjugarð fyrst, skal arbeiðið gerast í einum og ganga so skjótt sum gjørligt, men byrja vit við nýggja kirkjugarði, kann tað gerast í stigum, sigur Bjørg á Rógvi.

Tá ið báðar ætlanirnar eru framdar, er tørvurin á gravum í Vestmanna nøktaður næstu 20 til 25 árini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Hósdag 9. juli
HM-tíðindi 9. juli 2026
210721
Hósdag 9. juli
Morgunlestur hósdagur
210654
Mikudag 8. juli
Summarbeiti 8. juli 2026
210685
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523