Zelenskyj koyrt herleiðara til hús

Zelenskyj koyrt herleiðara til hús
Eduard Moskalyov var leiðari fyri øllum ukrainsku deildinum, sum stríðast í Donbas-økinum
Eduard Moskalyov, herleiðari er koyrdur úr starvi, men ukrainski forsetin hevur ikki sagt, hví hann er sendur til hús.
 
27.02.2023 - 08:22

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sendi í gjár ein herleiðara til hús. 

Maðurin hevur staðið á odda fyri ukrainsku herdeildunum á hermótinum har eysturi í landinum síðani mars mánað í fjør.

Tað skrivar Reuters tíðindastovan.

Eduard Moskalyov var leiðari fyri øllum ukrainsku deildinum, sum stríðast í Donbas-økinum.

Zelenskyj nevndi Moskalyov í eini røðu fríggjadagin, har hann reksaði upp herleiðarar, sum hann hevði tosað við. 

 

Sigur ikki hví

Nú er Moskalyov koyrdur úr starvi, og Zelenskyj hevur ikki sagt hví.

Og ukrainsku deildirnar hava heldur ikki nevnt uppsøgnina á Facebook og Twitter.

Russiskar deildir fremja stórálop har eysturi í Ukraina, og Zelenskyj hevur seinastu vikurnar lýst støðuna at vera trupla og pínufulla.

Pro-russiskar deildir hugsavna seg um at fáa valdið á býnum Bakhmut og leypa á somu øki aftur og aftur, hóast tær sjálvar líða stór tap, siga ukrainskar og vesturlendskar keldur. 

Sambært vápnaðu herleiðsluni hjá Ukraina, hevur Russland framt fleiri miseydnað álop á Bakhmut í gjár.

 

Harðir bardagar hava verið í Bakhmut í fleiri mánaðir, og nú eru bara 4.000 fólk eftir í býnum. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Bakhmut í sori

Nýggjar dronuupptøkur úr Bakhmut í Donbas-økinum í Ukraina vísa ein sorlaðan bý. 

Harðir bardagar hava verið millum russiskar og ukrainskar herdeildir í fleiri mánaðir, og mett verður at fleiri túsund fólk hava latið lív. 

Russiskar herdeildir hava í fleiri mánaðir roynt at herseta býin, men higartil hevur tað ikki eydnast. 

Fyri kríggið búðu 70.000 fólk í Bakhmut. Nógv eru flýdd, og í dag eru bara 4.000 fólk eftir.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162