Casanova gav Kasakstan bíligt brotsspark

Casanova gav Kasakstan bíligt brotsspark
Eitt bíligt brotsspark til Kasakstan tíðliga í seinna hálvleiki vendi dystinum. Føroyar vóru á odda 1-0, men taptu 1-2
 
06.09.2013 - 18:11

Føroysku spælararnir vóru alt annað enn nøgdir, tá dómarin úr San Marino, Johnny Casanova, bríkslaði fyri brotssparkið til Kasakstan tíðliga í seinna hálvleiki. Á sjónvarpsmyndunum tóktist ónøgdin eisini væl grundað, tí tað sá út sum, at leikarin hjá Kasakstan datt uttan at nakar føroyingur kom undir hann.

Kasakstan javnaði til 1-1 við brotssparkinum. Tað gingu ikki nógvir minuttir, so var 2-1 til Kasakstan, sum eisini bleiv endaliga úrslitið.

Føroyar vóru annars á odda 1-0 í hálvleikinum við máli frá Fróða Benjaminsen.

Sum heild var talan um ein javnan dyst, har kasakstanar tó høvdu flest málmøguleikar.

Jónas Tór Næs fekk gula kortið, og tí hevur hann leikbann til dystin móti Týsklandi, sum verður týsdagin.

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040