FMA 2023: Tilnevningarnar avdúkaðar

FMA 2023: Tilnevningarnar avdúkaðar
Leygarkvøldið 11. mars verða Faroese Music Awards (FMA), har bestu avrikini í føroyskum tónleiki farna árið verða heiðrað
Mynd frá FMA 2022. Aftur í ár verður tiltakið í Norðurlandahúsinum, og tað verður leygarkvøldið tann 11. mars.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.03.2023 - 12:14

Aftur í ár verða bestu føroysku tónleikaavrikini heiðrað. Tað er tíggjunda ár á rað, at skipað verður fyri FMA. Ein sannur fagnaður av føroyska tónleikaheiminum. 

Fyri fyrstu ferð er tað Tónleikasamband Føroya, sum skipar fyri tiltakinum, meðan Kringvarp Føroya, Norðurlandahúsið og Miðlahúsið eru samstarvsfelagar. 

Kringvarpið sendir beinleiðis frá tiltakinum í sjónvarpinum, har nakrir av Føroya fremstu tónleikarum fara á pallin. 

 

Fleiri hátíðarhald

Tónleikasambandið skipar fyri tiltakinum innihaldsliga, men høvið verður eisini nýtt til at hátíðarhalda tveir føðingardagar – 10 ára dagin hjá FMA og 40 ára dagin hjá Norðurlandahúsinum.

FMA er eitt savnandi tiltak, sum fevnir um øll sløg av tónleiki. Undanfarnu tiltøkini hava verið serstakliga væl móttikin – bæði av almenninginum og ikki minst av tónleikarunum sjálvum.

Aftan á 10 ár kann staðfestast, at FMA er komið fyri at verða. 

 

10 virðislønir

Í dag eru tilnevningarnar avdúkaðar. Í ár verða tíggju ymiskar virðislønir latnar, og av teimum eru sjey virðislønir, ið hava tilnevningar.

Virðislønirnar, ið ikki hava tilnevningar, eru: Eksportvirðislønin, Ársins Tónleikaheiður og Ársins Útvarpshitt. Hesar verða avdúkaðar á FMA tann 11. mars í Norðurlandahúsinum.

Hesar eru tilnevningarnar:
 

Ársins útgáva:

  1. Ivaveður – Vágaverk
  2. Gult Myrkur – Guðrið Hansdóttir
  3. Can't Hate Myself Into A Different Shape – Brimheim
  4. For The Blue Sky – Frum
  5. If I made you cry, I'm sorry – Lea Kampmann

 

Ársins lag:

  1. Síggja av nýggjum – Marius Ziska
  2. Send mær meira pengar – RSP
  3. Ballast millum maðkar – Æðrasoppar
  4. I Should Have Known Better – Tamara
  5. Spotlight – Ester Skála

 

Ársins kompositión:

  1. Kári Jacobsen – Vælsignaðir barnaskógvar
  2. Madsen & Egilstrøð – Beinta: Departure
  3. Klingra – Eitt minni
  4. Yggdrasil – "Ichski" á Timint Areh
  5. Oddur Joensen – Jazzmanian Devil

 

Ársins útgáva/konsert:

  1. Beinta – Madsen & Egilstrøð
  2. Akkordeon & Violin – Anna & Angelika
  3. In a Field – Eli Tausen á Lava
  4. Ælaveður – Pauli í Sandagerði
  5. Føroya Symfoniorkestur, heystkonsert – Mattias Kapnas framførir klaverkonsert hjá Kristiani Blak

 

Ársins spíri:

  1. RSP
  2. Æðrasoppar
  3. Ari Hammer Joensen
  4. Eyði Højsted Horsdal
  5. iKai

 

Tekstur:

  1. Urd Johannesen – útgávan Rangvørg hjá Biritu Poulsen, Kára Jacobsen og Urd Johannesen 
  2. Lív Maria Róadóttir Jæger – útgávan Gult Myrkur hjá Guðrið Hansdóttir
  3. Elinborg Pálsdóttir – útgávan Vera hjá Elinborg

 

Visuellur samleiki:

  1. Reiley
  2. Einangran
  3. Joe and the Shitboys
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Sunnudag 23. august
Guðstænasta í Christianskirjuni
212151
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985