- Tíðindi, mentan og ítróttur
Myndareportasja: Við 200 í studio
Klokkan var 10 hendan fríggjamorgunin, tá limirnir í 200 møttust í Studio Bloch á Skálatrøð í Havn.
200 leggur í hesum døgum síðstu hond á nýggju plátuna, ið hevur fingið arbeiðsheitið "Reyvheart".
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen
200 hevur verið í Studio Bloch alla vikuna saman við Benjamini Petersen, ið hevur staðið fyri upptøkunum.
Uni Árting og hinir í 200 hava spælt saman í 27 ár, so tað skal eitt sindur av kaffi til, áðrenn miðaldrandi kropparnir eru komnir ordiliga upp í snúningsferð, og eru klárir at rokka reyvhart.
Mikael Blak, ið spælir bass, er ofta hann, sum finnur upp á tungu rokkriffini til sangirnar.
Niels Arge Galán, ið syngur og spælir gittar í 200, er hinvegin sjefideologurin og teksthøvundurin í bólkinum.
Hann er eisini maðurin við rokkabilly/Elvis-røddini, og hon skal eisini smyrjast, áðrenn farið verður í upptøkuhølið.
Hóast 200 ljóðar rátt og rokkut, so merkir tað ikki, at tingini ikki vera gjørd ordiliga í studio.
200 er sum eitt tónlistarligt illveðurslágtrýst, ið liggur og dýpist úti í havsbrúnni, áðrenn tað ger landgongd og hølvar alt av.
Í hesum umfari eru tað sjey ár síðani, 200 seinast gjørdi landgongd við einari plátu, og tað eru fýra ár ov leingi, halda limirnir.
Kaffi er drukkið, og seinastu tillagingar verða gjørdar, áðrenn klárt er at taka upp.
200 upptaka grundirnar, tað eru gittar, bass og trummur, live í studio, fyri at fanga ráa rokkljóðið, sum er eyðkenni hjá bólkinum.
Ljóðførini verða stemmað eina seinastu ferð, áðrenn tað verður trýst á "record".
Tónlistarliga verður nýggja plátan ein blanding av øllum tí, sum vit longu kenna 200 fyri. Har eru stutt og kontant punkløg, meira klassisk rokkløg, tungmálsløg, men eisini bleytari løg við eitt sindur av sál.
200 er tó fyrst og fremst ein rokkbólkur.
"Tað er nokk av fanansskapi í samfelagnum at tríva í," staðfestir Niels Arge Galán, ið nevnir pitsagøluna í Saltangará sum dømi.
"Vit hava pitsatrælir, ið sova undir einari steikigrýtu."
Benjamin Petersen, ið vit eisini kenna sum Son of Fortune, stendur fyri upptøkunum. Benjamin rekur eisni sjálvur eitt studio saman við Mikael Blak, ið teir kalla Bunkarin.
Umstøðurnar í Studio Bloch eru tó betur egnaðar til at festa hyldliga rokkljóðið hjá 200 á band.
Tað verður spælt, lurtað, tosað og spælt umaftur, meðan arbeitt verður í Studio Bloch hendan dagin.
Dagarnir í Studio Bloch hava verið langir, og tað sæst eisini aftur á monnum, nú tað seinasta skal fáast at sita ordiliga.
Alt, sum verður tikið upp, verður nærlurtað.
Mikael Blak er ein tónleikasnillingur, og oyrað fangarsjálvt teir minstu skeivleikarnar í upptøkunum.
Sangirnir hjá 200 eru nærmast ein livandi vera, tí teir eru alla tíðina í broyting, til onkur sigur: "Hatta var tað."
Tað verður eisini flent nógv, tí skemt er eisini ein týðandi partur av úttrykkinum hjá 200.
Meira kaffi verður drukkið, áðrenn farið verður til næsta sangin.
"So er hatta ikki eftir," verður staðfest, og Mikael Blak kann skráseta, at enn ein grund er liðug innspæld.
Sangirnir hjá 200 eru livandi verur, tí teir eru alla tíðina í broyting. Niels Arge Galán skrivar seinastu tillagingarnar í tekstunum niður.
Menn eru nøgdir við upptøkurnar, og ein endi fer at hómast.
Stundir eru til meira kaffi og eina sigarett, áðrenn farið verður í holt við næsta sangin.
|