FMA 2023: Hesi løg eru í uppskoti til ársins lag

FMA 2023: Hesi løg eru í uppskoti til ársins lag
Fimm løg eru tilnevnd heiðurin sum ársins lag til FMA 2023, sum verður hildið leygarkvøldið í Norðulandahúsinum.
Tað eru løg hjá RSP, Aggrasoppar, Ester Skála, Tamaru og Marius Ziska, sum eru í uppskoti til ársins lag.
 
09.03.2023 - 13:19

Leygarkvøldið verður Faroese Music Awards aftur, har bestu føroysku tónleika-avrikini síðsta árið verða heiðrað. 

10 virðislønir verða latnar. Tríggjar verða avdúkaðar á kvøldinum, meðan sjey virðislønir hava tilnevningar.

Ein av teimum sjey virðislønunum við tilnevningin er ársins lag, og í ár eru fimm sangir í uppskoti til hesa virðisløn.

Talan skal vera um eitt nýskrivað upprunaverk, og lagið skal vera skrivað av einum føroyingi. Samstundis er tað ein treyt, at lagið er útgivið í 2022.

 

Síggja av nýggjum – Marius Ziska

Í februar gav Marius Ziska út lagið "Síggja av nýggjum", sum var fyrsta staklagið av nýggjastu útgávuni sum eitur "Rúm" og kemur út í morgin, fríggjadagin 10. mars. 

Seinastu mongu árini er bólkurin Marius Ziska vorðin ein av Føroya kendastu bólkum.

Herfyri spældi bólkurin eina útselda konsertfrøð saman við Føroya Symfoniorkestri í Norðurlandahúsinum. 

Á sanginum "Síggja av nýggjum" fær Marius Ziska hjálp frá amerikumanninum Rob Moose til strúkara partin, og hann er ikki hvør sum helst.

Rob Moose hevur samstarva við so stór nøvn sum Taylor Swift, Bon Iver, Pheobe Bridgers, Gwen Stefani, The National, Interpol og mong onnur. 

Hoyr lagið her:

 

Send mær meira pengar – RSP

G! festival 2022, RSP

Caption: 
Spæliplássið kókaði, tá RSP spældu á G!-festivalinum 2022. Mynd: Bjarni Rubeksen

Tað munnu vera fá í Føroyum, sum ikki kunnu syngja við, tá sangurin "Send mær meira pengar" hjá RSP verður spældur. 

Rapp-trioin, sum eisini er tilevnd heiðurslønina sum ársins spíri, luttók á vári í fjør í tónleikakappingini, Sement. Og tað setti av álvara rapp-bólkin á Føroyakortið. 

Stutt eftir kom lagið "Send mær meira pengar". Lagið rungaði um alt landið og gjørdist at kalla ársins summarhitt. 

"Send mær meira pengar" bleiv skrivaður sum eitt slag av afturrindan til ein ungan mann, ið lumpaði pengar burtur úr limunum í RSP við at lokka við einari bíligari fótbóltsferð til Onglands at síggja Liverpool. 

Finnur Koba støkk herfyri inn á gólvið hjá oddamanninum í RSP, Heina Ronnason, og spurdi hann um, hvussu stóra summarhittið bleiv til. 

20221007_NET_RSP_MP4

Hoyr lagið her:

 

Ballast millum maðkar – Aggrasoppar

aedrasoppar.jpg

Caption: 
Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré

Eyðfinn Bogason Lamhauge, Dania O. Tausen og Trygvi Danielsen manna bólkin Æðrasoppar, sum nú hevur broytt staviháttin til Aggrasoppar. 

Aggrasoppar byrjaði sum eitt hugfostur hjá Eyðfinni, men bleiv síðan eitt tónlistarligt kollektiv, tá hann møtti Daniu og Trygva.

Aggrasoppar vóru eisini tilnevndir til FMA í 2021 sum ársins nýggja navn, og tað eru sopparnir aftur í ár. Nú eitur heiðurslønin "Ársins spíri".

Aggrasoppa-sangurin "Ballast millum maðkar" er eisini í uppskoti til ársins lag.

Um sangin siga tey trý, at:

"Ballast millum maðkar" er eitt tað fólksligasta popplagið, sum ein kvøða til tað ferðandi og farandi. Ferðin frá einari máltíð til ein lúr er ikki altíð lang, eins og lívsins ferð frá ballarí (dl) til ballarí og aftur. Onkrar dagar gleðir man seg sum soppurin at sprikka upp og gera tað ógjørliga, aðrar dagar vil man heldur bora seg niður sum maðkurin og ignorera tað ógjørliga."

Hoyr lagið her: 

 

I Should Have Known Better – Tamara

tamaraa.jpg

Caption: 
Mynd: Katrine Gøth

Í 2020 vann unga songkvinnan Tamara tónleikakappingina Sement.

Árið eftir var hon í uppskoti sum ársins kvinnuligi sangari til FMA, og í ár er sangurin "I Should Have Known Better" í uppskoti til ársins lag. 

Í desember var hon av stóra, danska tónleikamiðlinum Gaffa kosin til ein av teimum tónleikarunum, sum fólk skulu lurta eftir.

Tað var eftir, at lagið, "I Should Have Known Better", sum nú er í uppskoti til ársins lag, var í rotatión á donsku útvarpsrásini, P3. 

"I Should have Known Better" er um truplan kærleika og um at finna innaru styrkina aftur. Sangurin lýsir hjartasorg, og er at rokna sum ein sjálvterapeutisk tilgongd hjá ungu sangarinnuni. Hon fekk lætt sær hjartað og savna seg við at festa sínar tankar og kenslur á blað.

Tamar sigur, at sangurin lærdi hana, hvussu umráðandi tað er at lurta eftir sínari egnu magakenslu, og at seta mørk fyri, hvat hon vil finna seg í í kærleikslívinum. 

Hoyr lagið her: 

 

Spotlight – Ester Skála

Ester Skála, FMA 2022

Frítekst tagging: 
Caption: 
Ester Skála til FMA 2022, tá hon móttók áhoyraravirðislønina.

Hóast hon einans hevur givið tvey stakløg út, er unga songkvinnan als ikki eitt ókent navn í føroyska tónleikaheiminum. 

Í fjør fekk hon áhoyraravirðislønina. Ein virðisløn, sum varð avgjørd av atkvøðum frá áhoyrarunum. 

Og nú er lagið "Spotlight", sum kom út í fjør, í uppskoti til heiðurin sum ársins lag. 

Hoyr lagið her:

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 5. oktober
Plátupanelið #021 (Break Up-plátur)
181685
Leygardag 5. oktober
Jambalaja - 051024
181682
Leygardag 5. oktober
Upp á tá - 041024
181681
Leygardag 5. oktober
Vikan - 5. oktober 2024
181672
Leygardag 5. oktober
Morgunlestur leygardagur 5. oktober 2024
180903
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
181622
Fríggjadag 4. oktober
Veðrið
181647
Hósdag 3. oktober
Sært tú fuglin? II (1:2)
181586
Mikudag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
181510
Týsdag 1. oktober
Veðrið
181488