Løgtingið viðger skúlaútbyggingar í dag

Løgtingið viðger skúlaútbyggingar í dag
Biðið verður um 23 mió. kr. aftrat til miðnámsskúlan á Kambsdali og 25 milliónir til Rásina í Saltangará
Rásin í Saltangará skal út- og umbyggjast fyri 25 mió. kr.
 
09.03.2023 - 08:29

Tvær umbyggingar og útbyggingar av skúlum eru á skránni hjá løgtinginum í dag.

Landsstýrið biður tingið um 23 milliónir krónur aftrat til miðnámsskúlan á Kambsdali.

Sambært lóg frá 4.mai í fjør skuldi arbeiðið kosta 71 mió. kr. Nú verður biðið um 94 milliónir til triðja byggistig á Kambsdali.

Prosjektering, ráðgeving og innbúgv eru við í báðum førum.

Hækkingin hendir eftir, at Landsverk hevur kannað tilboðini upp á arbeiðið. Kostnaðarmetingin í fjør var ov lág er niðurstøðan.

 

Óvissa á byggimarknaðinum

Óvissa á byggimarknaðinum hevur hækkað prísirnar, stendur í uppskotinum um verklagslóg.

Frá 2018 til 2022 eru brúktar 7,8 mió. kr. til fyrireiking og prosjektering.  Í ár eru játtaðar 12,2 mió. kr., 8,3  mió. kr. eru  fluttar frá í fjør.

Í 2024 skulu játtast 49,2 mió.kr. og síðani 16,5 mió.kr. í 2025.

Landsstýrið biður eisini um 25 milliónir krónur at út- og umbyggja eftirskúlan Rásina í Saltangará.

 

Tvískattaavtalur og landsroknskapur

Sambandsflokkurin biður løgtingið heita á landsstýrið um at siga, hvussu vit fáa fleiri tvískattaavtalur fyri handilsflotan og shippingvinnuna.

Og løgtingsgrannskoðararnir hava biðið løgtingið samtykkja landsroknskapinum 2021.

Løgtingsgrannskoðararnir hava sum vant nógvar atfinningar um umsitingina ella, heldur um vantandi umsiting, hjá landsstýrinum.

Tingfundurin í dag er kl.13.00. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096