Vit fáa tjóðarroknskap um trý ár

Vit fáa tjóðarroknskap um trý ár
Hagstovan fekk pening frá Danmarks Statistik at menna hagtalsøkið, men danski hagstovnurin hevur ikki fleiri pengar at brúka í Føroyum
Hagstovan arbeiðir við at gera fullfíggjaðan tjóðarroknskap, sum er á sama stigi sum londini, vit vanliga samanbera okkum við. 
 
13.03.2023 - 12:20

Um trý ár hava Føroyar ein fullfíggjaðan tjóðarroknskap á sama stigi sum londini, vit vanliga samanbera okkum við. 

Tað sigur Hagstovan sambært tí, fíggjarnevndin hevur fingið at vita frá Fíggjarmálaráðnum.

Fólkatingið játtaði í 2018 Danmarks Statistik tvær milliónir krónur til at samstarva við Hagstovu Føroya um at menna hagtalsøkið, so vísitøl kundu gerast fyri alt ríkið.

Men treytin var, at Hagstovan eisini fekk pengar, 750.000 kr. Tað fekk Hagstovan ikki.

 

Fyri at gera arbeiðið liðugt, hevur Hagstovan brúk fyri 600.000 kr. um árið hetta til 2030, sigur Fíggjarmálaráðið.

 

Ein millión til heimasíðu

Hagstovan fekk so í lag avtalu við Danmarks Statistik um at brúka játtan frá Fólkatinginum, so helvtin av játtanini til Danmarks Statistik til at menna SDG-hagtøl í Føroyum skuldu fíggja  menning á Hagstovuni til árslok 2022. 

Ein millión er brúkt til eina heimasíðu við 139 av 248 vísitølum.

Danmarks Statistik hevur ikki fleiri pengar at brúka í Føroyum.

Fyri at gera arbeiðið liðugt, hevur Hagstovan brúk fyri 600.000 kr. um árið hetta til 2030, sigur Fíggjarmálaráðið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096