Eyðun Klakstein úttikið fyrsta hópin

Eyðun Klakstein úttikið fyrsta hópin
Tað forpliktar at vera venjari hjá U21-landsliðnum, og minst fimm stig skulu á kontuna í komandi undankappingini. Tað sigur nýggi U21-venjarin, Eyðun Klakstein
13.03.2023 - 16:43

Nýggi venjarin hjá U21-landsliðnum, Eyðun Klakstein, hevur úttikið sín fyrsta hóp.

25 spælarar eru útvaldir til venjingarlegu frá 24. til 26. mars. Legan er liður í fyrireikingunum til EM-undankapping, har liðið royna seg í EM-undankapping ímóti Portugal, Kroatia, Grikkalandi, Hvítarusslandi og Andorra.

 - U21-landsliðið hevur klárað seg væl ígjøgnum árini, ikki bara í síðstu undankappingini, og eg haldi, at tað forpliktar okkum, sum nú hava ábyrgdina, til eisini at fáa úrslit og stig, sigur Eyðun Klakstein, sum hevur avloyst Sámal Erik Hentze.

Nakrir spælarar í hópinum hava umboða U21-landsliðið fyrr, meðan meirilutin er nýggjur á eldsta ungdómslandsliðnum, sum savnast til venjingarlegu síðst í mars.

Fyrsti dysturin er á heimavølli ímóti Andorra í juni, og hóast Eyðun Klakstein ikki vil seta eitt ávíst stigatal sum mál, heldur hann, at liðið skal miðja ímóti at fáa minst fimm stig.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. november
RagnarRokk: Jakob Lærke Harris um Anomaly
215052
Sunnudag 1. november
Allahalganna guðstænasta í Havnar kirkju
215726
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711