Vinnan skal nýskapa og meirvirka fiskatilfeingið

Vinnan skal nýskapa og meirvirka fiskatilfeingið
Landsstýrismaðurin í fiskivinnuni ætlar eisini at eftirmeta umsitingarætlanina í ár
Vinnan skal eggjast til at nýskapa, virðisøkja og meirvirka tilfeingið, so útflutningsvirðið kann økjast nógv, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.03.2023 - 08:33

Gongd er sett á eina ætlan um virðisøking í fiskivinnuni.

Í vár verður ráðstevna um nýskapan, virðisøking og meirvirking, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður, í frágreiðing sínari um fiskivinnuna, sum løgtingið hevur aðalorðaskifti um í dag.

Vinnan skal eggjast til at nýskapa, virðisøkja og meirvirka tilfeingið, so útflutningsvirðið kann økjast nógv, sigur Dennis Holm. 

Brúksskylda kom í gildi 1.januar.

Í vár vera tillagingar gjørdar, sum áseta brúkstreyt fyri at avhenda veiðirættindi.

Tillagingar vera gjørdar í reglunum um generellu brúksskylduna á veiðiloyvi og fiskiloyvi, so tær endurspegla dagsins tørv og eru neyvari og greiðari fyri loyvishavarar og umsiting, sigur landsstýrismaðurin.

 

Viðgerast skal saman við Havstovuni, hvørjar tillagingar skulu gerast í umsitingarætlanini. 

 

Eftirmeta umsitingarætlanina

Hann sigur, at umsitingarætlanin um fiskidagaskipanina verður eftirmett í ár.

Saman við Havstovuni verður viðgjørt, um, og tá hvørjar, tillagingar skulu gerast, serliga viðvíkjandi botnfiskinum undir Føroyum.

Samgongan er á einum máli um, at bara fyritøkur og fólk, sum búgva og eru skattskyldig í Føroyum, fáa atgongd í veiðiliðnum. 

Hetta merkir eisini, at verandi útlendskur ognarskapur skal hvørva, og nýggjur útlendskur ognarskapur verður ikki loyvdur.

Verandi skipan um hetta verður eftirhugd.

 

Gjøgnumskygdur marknaður

Dennis Holm sigur, at samgongan hevur sett sær fyri, at privata sølan av loyvum og rættindum skal vera á einum gjøgnumskygdum marknaði.

Hetta er eisini eitt mál, sum verður sett í gongd í næstum, sigur hann.

Og arbeiðið at styrkja eftirlitið hjá Vørn er byrjað.

Aðalorðaskiftið í løgtinginum byrjar kl.11.00 í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602