Listasavnið: Umvæling og útbygging fara at kosta 60 mió. kr.

Listasavnið: Umvæling og útbygging fara at kosta 60 mió. kr.
Soppavøkstur í nýggja bygninginum gjørdi, at høvuðsumvælingin er útsett
At høvuðsumvæla Listaskálan og at útbyggja Listasavnið verður mett at kosta tilsamans 60 mió. kr., hevur fíggjarnevndin fingið at vita frá mentamálaráðnum.
 
14.03.2023 - 17:59

Tað fer at kosta 60 mió. kr. at umvæla og útbyggja Listaskálan og Listasavnið.

Hetta talið hevur fíggjarnevndin fingið frá Almanna- og mentamálaráðnum.

Í fíggjarlógini hava pengar verið til umvælingar í Listasavninum.

Í 2020, 2021 og 2022 vóru brúktar 2,8 mió.kr.

Upprunaliga var ætlanin, at játtanin skuldi brúkast til átrokandi umvælingar av takinum í Listaskálanum frá 1970. 

Tann ætlanin varð slept, tí tað vísti seg, at Listaskálin var í so ringum standi, at tørvur var á  høvuðsumvæling.

Mælt varð í staðin til at brúka játtanina til at projektera nýggja verkætlan, har Listaskálin skuldi umvælast og dagførast til at lúka nútíðar krøv til savnsbygningar.  

 

Soppavøkstur

Men í juni 2021 boðaði Listasavn Føroya frá umfatandi soppavøkstri í nýggja bygninginum frá 1993.

Sum støðan var, var hildið at verða skynsamast at raðfesta umvælingina av nýggjara bygninginum frá 1993 fram um høvuðsumvælingina av Listaskálanum.

Landsverk stóð fyri tí arbeiðinum, sum var liðugt í februar 2022. 

Listasavn Føroya hevur arbeitt víðari við ætlanunum um at høvuðsumvæla Listaskálan og útbyggja Listasavnið.

Tað er hendan ætlanin, sum er mett at kosta slakar 60 mió.kr.  

Ætlanin er, at landið skal fíggja ein part av hesi verkætlanini, sigur Almanna- og mentamálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847