Samtykkja at yvirtaka farsóttarøkið í dag

Samtykkja at yvirtaka farsóttarøkið í dag
Bæði samgongan og andstøðan taka undir við uppskotunum
Politiska skipanin sá skjótt, tá korona herjaði, at rætt og neyðugt var at yvirtaka farsóttarmálsøkið, siga landsstýrisfólk og løgtingsfólk. (Savnsmynd)
 
16.03.2023 - 08:22

Á tingfundinum í dag eru onnur viðgerð og atkvøðugreiðsla um yvirtøkuna av farsóttarmálsøkinum og um lóg um myndugleikaflytingar millum Danmarkar og Føroya, tí farsóttarmálsøkið skal yvirtakast.

Uppskotini vera samtykt, tí bæði samgongan, sum eigur uppskotini, og andstøðan taka undir við teimum.

Uttanlandsnevndin og trivnaðarnevndin, sum hava viðgjørt uppskotini, eru samdar um at taka undir við teimum.   

Politiska skipanin sá skjótt, tá korona herjaði, at rætt og neyðugt var at yvirtaka farsóttarmálsøkið, siga landsstýrisfólk og løgtingsfólk. 

Tað er einki at ivast í, at samfelagið og myndugleikin í Føroyum eru búgvin til at taka ábyrgd á hesum málsøkinum og skipa føroyskar loysnir eftir egnum fortreytum. 

Yvirtøkan er 1.januar 2024.

Tríggjar fyrstu viðgerðir eru eisini á skránni í dag. Millum annað hevur Mentamálaráðið uppskot um bókasavnslóg.

Uppskotini hjá Fólkaflokkinum um, at pengarnir skulu fylgja barninum, og uppskotið til samtyktar hjá Miðflokkinum um at verja børnini móti porno og øðrum ágangi á internetinum hava eisini fyrstu viðgerð í dag.

Tingfundurin í dag byrjar klokkan eitt.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096