Peningastovnarnir taka undir við revsitiltøkum móti Russlandi

Peningastovnarnir taka undir við revsitiltøkum móti Russlandi
Talan er um tiltøk á málsøkjum, sum ikki eru yvirtikin
Danskir myndugleikar vilja hava einsháttaðar reglur í øllum ríkinum í sambandi við tiltøk móti Russlandi, eisini á málsøkjum, sum iki eru yvirtikin. (Savnsmynd)
 
16.03.2023 - 08:35

Felagið Peningastovnar tekur undir við danska lógaruppskotinum, sum skal tryggja, at Føroyar seta revsitiltøk í verk móti Russlandi og Hvítarusslandi fyri málsøki, sum ikki eru yvirtikin.

Á tann hátt vera einsháttaðar reglur í ríkisfelagsskapinum hesum viðvíkjandi tryggjaðar.

Tá talan er um revsitiltøk í sambandi við málsøki, sum Føroyar ikki hava yvirtikið, kunnu Føroyar ikki seta revsitiltøk í verk.

Tað ætlar danski vinnumálaráðharrin Morten Bødskov at broyta við lóg, sum ger, at ES-revsitiltøk móti Russlandi og Hvítarusslandi á málsøkjum, sum ikki eru yvirtikin, eisini vera galdandi fyri Føroyar. 

Talan er um ES-revsitiltøk, tí Danmark er í ES.

 

Kom í fólkatingið í gjár

Lógaruppskotið hjá Morten Bødskov hevur verið til hoyringar.

Miðað var eftir, at tað kundi leggjast fram 14.mars. Uppskotið kom i fólkatingið í gjár.

Tað er ikki komið í løgtingið enn.

Ætlanin er, at tað skal viðgerast samstundis í løgtinginum og í fólkatinginum.

Eitt uppskot um tað sama er um Grønland.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096