Eykajáttan til at viðgera sjúklingar uttanlands

Eykajáttan til at viðgera sjúklingar uttanlands
Biðið verður um 7,5 mió kr., og peningurin verður tikin frá Apoteksvekinum
Karsten Hansen hevur biðið tingið um eykajáttan til serviðgerð uttanlands
 
10.09.2013 - 16:00

Játtanin til at viðgera sjúklingar uttanlands í ár røkkur ikki, og tí hevur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, biðið løgtingið um 7,5 mill. kr. í eykajáttan.

Umbønin er útreiðsluneutral, tí peningurin verður tikin av játtanini Apoteksverkið.

Karsten Hansen, landsstýrismaður, sigur, at skal játtanin til serviðgerð uttanlands veitast sum partur av vanligu heyst-eykajáttanini, kann november mánaður verða liðin, áðrenn tingið hevur avgreitt málið.

Fyri at sleppa sjúklingum undan avmarkingum so leingi, biður Heilsumálaráðið um eykajáttan nú, so hon kann avgreiðast skjótari enn vanligt.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723