Vilja sleppa av við danskt pant

Vilja sleppa av við danskt pant
Danska pantið á fløskum og blikkum, sum verða útfluttar úr Danmark til Føroya, skal nú strikast.
Arbeitt verður nú við at taka burtur danskt pant á fløskum og blikkum, sum verða innflutt til Føroya
Mynd: Colourbox  
 
19.03.2023 - 10:18

Danska lóggávan ásetur, at danskir framleiðarar kunnu uppkrevja danskt pant fyri tær vørur, sum teir marknaðarføra í Danmark.

Tí verða hesar vørur eisini útfluttar til Føroya við donskum panti, skrivar Info.

Skulu føroyskir innflytarar fáa danska pantið aftur, mugu teir senda tómu íløtini aftur til Danmarkar í heilum líki, hóast vit í Føroyum kunnu taka hond um tey.

Hetta gevur eina rúgvu av dýrum og dálkandi flutningi, sum føroyingar mugu rinda fyri.

Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna, og Sjúrður Skaael, fólkatingsmaður, hava havt fund við danska umhvørvismálaráðharran, Magnus Heunicke.

Har lovaði hann at arbeiða fyri eini lógarbroyting, so undantak kann fáast frá donskum panti á vørum, sum verða útfluttar til Føroyar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026