Norðurlendskt samstarv um vaksinugransking

Norðurlendskt samstarv um vaksinugransking
Føroysku umboðini í Norðurlandaráðnum og Útnorðurráðnum hava lagt fram tilráðingar
Erling Eidesgaard og Johan Dahl umboða løgtingið í Norðurlandaráðnum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.03.2023 - 09:24

Føroysku løgtingsumboðini í Norðurlandaráðnum, Johan Dahl og Erling Eidesgaard, heita á løgtingið um at taka undir við 45 tilráðingum, sum Norðurlandaráðið samtykti í fjør.

Hetta eru tilmæli til stjórnirnar í londunum um at virka fyri, at endamálini við tilráðingunum verða rokkin.

Eitt tilmæli er um, at stjórnirnar í limalondunum taka stig til felags norðurlendskt samstarv um at framleiða koppingarevni, og at peningur verður settur av til vaksinugransking.

 

Fýra tilráðingar frá Útnorðurráðnum

Føroysku umboðini í Útnorðurráðnum biðja eisini tingið um at taka undir við tilráðingunum, sum Útnorðurráðið samtykti í fjør.

Tilráðingarnar vórðu samtyktar á ársfundi í Nuuk í august.Talan er um fýra tilráðingar.

Mælt verður millum annað til, at ráðharrar og landsstýrisfólk, ið hava ungdómin sum málsøki, hittast í ár at tosa um royndir, og samanbera kanningar og dátur, hvussu ungdómurin hevur tað, tá ið ræður um trivnað, heilsu, frítíðarítriv, sosialar miðlar og onnur viðkomandi evni. 

 

Jenis av Rana er næstformaður í Útnorðurráðnum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

2,2 mió. kr. í limagjaldi

Limalomdini í Útnorðurráðnum rinda tilsamans 2,2 milliónir krónur í limagjaldi í ár.

Ísland rindar helvtina, ella eina millión og 106.000 krónur. Føroyar og Grønland rinda 553.197 krónur í part.

Formansskapurin í Útnorðurráðnum góðtók áseting av limagjaldi fyri 2023 á ársfundinum í Nuuk í fjør.

Føroysku umboðini í Útnorðurráðnum eru Henrik Old, Erling Eidesgaard, Karlot Hergerisson, Jenis av Rana, Bárður á Lakjuni og Eyðdis Hartmann Niclasen.

Steinunn Tóra Árnadóttir úr Íslandi er formaður í Útnorðurráðnum.

Jenis av Rana er fyrsti næstformaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Andaktin
216426
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364