Hava slept ætlanini um at selja Gamla apotek

Hava slept ætlanini um at selja Gamla apotek
Formansskapurin hevur broytt avgerðina um at selja, tí hann heldur, at Gamla apotek kann brúkast til onnur endamál
Ætlanin hevur verið at selja Gamla apotek, men formansskapurin í løgtinginum hevur slept ætlanini.
 
23.03.2023 - 18:00

Á ólavsøku flyta politisku flokkarnir úr Gamla apoteki við Áarvegin í Havn niðan í bygningin hjá Havnar Arbeiðarafelag við Tinghúsvegin, sum løgtingið hevur leigað.

Samstundis er Landsverk, sum hevur hildið til í bygningunum hjá Havnar Arbeiðarafelag, flutt í umsitingarbygning úti við Strond.

 

Bjørt Samuelsen er forkvinna í løgtinginum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Ætlanin hevur verið at selja Gamla apotek, men nýggi formansskapurin í løgtinginum hevur slept hesi ætlan, tí Gamla apotek skal brúkast til onnur endamál, sigur Bjørt Samuelsen, forkvinna í løgtinginum.

Gamla apotek er í ringum standi, og nógv skal gerast við bygningin, sigur Bjørt Samuelsen.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

23032023_Bjort_um_Gamla_apotek

 

Politisku flokkarnir fáa nógv betri umstøður í hølunum við Tinghúsvegin, og pláss verður fyri einum upp í trý løgtingsfólk á hvørjari skrivstovu, sigur Bjørt Samuelsen.

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096