Danska fíggjarlógin: Blokkurin minkar 25 milliónir í ár

Danska fíggjarlógin: Blokkurin minkar 25 milliónir í ár
Danska stjórnin og landsstýrið hava avrátt, at blokkurin næstu fýra árini skal minka tilsamans 100 milliónir kr.
Nicolai Wammen, fíggjarmálaráðharri, tá fíggjarlógaruppskotið var lagt fram í gjár.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
24.03.2023 - 13:50

Í uppskotinum um donsku fíggjarlógina, sum var løgd fyri Fólkatingið í vikuni, sæst, at blokkstuðulin til Føroya er minkaður, so sum landsstýrið ætlar í sínum uppskoti um fíggjarlóg.

Í tekstinum í danska fíggjarlógaruppskotinum sæst, at danska stjórnin og føroyska landsstýrið eru  samd um at lækka blokkstuðulin 25 milliónir kr. árliga frá í ár at rokna.

Tann 15. november 2019 samdust danska stjórnin og táverandi føroyska landsstýrið um, at blokkurin skuldi vera 641,8 milliónum krónur í 2020.

Eisini var avrátt, at blokkstuðulin frá 2021 og frameftir skuldi avtalast árliga í sambandi við fíggjarlógararbeiðið í báðum londum, til annað var avtalað.

Nú er so henda avtala broytt, og næstu árini skal blokkurin minka 25 milliónir krónur árliga.

Tær 100 milliónirnar, sum hetta gevur næstu fýra árini, eru longu roknaðar inn í donsku fíggjarlógirnar til 2026, verða tær samtyktar við hesum orðaljóði væl at merkja.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096