Flyta klokkuna ein tíma fram

Flyta klokkuna ein tíma fram
Í nátt klokkan eitt skulu vit flyta klokkuna ein tíma fram, so vit skifta frá vetrartíð til summartíð.
Klokkan eitt í nátt skal klokkan flytast fram til klokkan tvey, so vit fara frá vetrartíð til summartíð
Mynd: NTB  
 
25.03.2023 - 20:41

Flytingin merkir, at í morginári rísur sólin ein tíma seinni, enn hon gjørdi í morgun, men afturfyri verður ljóst longri í annaðkvøld. Samtíðis missa vit eina tíma av svøvni…

Mest eru tað tær gomlu klokkurnar, ið skulu flytast ein tíma fram, tí teldurnar og flestu telefonir skifta av sær sjálvum frá vetrartíð til summartíð.

Verandi kunngerð um summartíð er galdandi fyri 2022 og 2023, so skulu vit aftur flyta klokkuna næsta ár, má lýsast nýggj kunngerð um tað.

Summartíð hevur verið brúkt í Føroyum síðan 1980, og síðan 1996 hava føroyingar á hvørjum ári flutt klokkuna ein tíma fram ta seinastu sunnunáttina í mars.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. mai
Vikuskiftið 23 mei 2025
192308
Fríggjadag 23. mai
RagnarRokk: Mr.Lordi um Limited Deadition
192292
Fríggjadag 23. mai
Morgunlestur fríggjadagur 23.mai 2025
192149
Hósdag 22. mai
RagnarRokk 22.mai 2025
191036
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. mai
Veðrið
192307
Fríggjadag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192266
Mikudag 21. mai
Eftir Vørðunum - teknmálstulkað
192195
Mikudag 21. mai
KAKUMiKS (2:7) - teknmálstulkað
192190
Mikudag 21. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192158