Meirjáttanin úr Landskassanum kemur væl við

Meirjáttanin úr Landskassanum kemur væl við
Tær sjey milliónirnar afturat, sum mentanarhúsið Varpið í Klaksvík nú fær, hava við sær minni lántøku
 
26.03.2023 - 17:28

- Vit hava ikki gjørt nakað serligt fyri at fáa hesar sjey milliónirnar afturat. Vit vóru boðin á fund í Havn at leggja fram fyri fíggjarnevndina, og tað hevur eftir øllum at døma verið ein góð framløga, sigur Jóhanna Christiansen, ið er forkvinna í stýrinum fyri Varpið.

Meirjáttanin hevur við sær, at sjálvognarfelagið Varpið skal taka eitt munandi minni lán, fyri at fáa tað heila at hanga saman. Varpið verður tikið í nýtslu í summar. Bygningurin verður væntandi yvirtikin um ein mánaða, og so skal hann innrættast, sigur stýrisforkvinnan. Tá alt er liðugt, fer mentanarhúsið Varpið í Klaksvík at kosta á leið 66 milliónir krónur.

Hoyrið samrøðu við Jóhonnu Christiansen her niðanfyri

1589533

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096