Føroysk koyrikort í Danmark vera mett sum útlendsk

Føroysk koyrikort í Danmark vera mett sum útlendsk
Tá føroysk koyrikort skulu býtast um við donsk, verður væl og virðiliga kannað, um føroyska koyrikortið er ektað
Ferðslustýrið setur seg í samband við Akstovuna í Føroyum, um ivi er um, at koyrikortið er ektað. (Savnsmynd)
 
27.03.2023 - 08:26

Føroysk koyrikort eru at meta sum útlendsk, tá tey verða umbýtt við donsk koyrikort. 

Men annars kunnu føroysk koyrikort uttan nakað brúkast í Danmark.

Tað kann eisini býtast um við danskt koyrikort uttan koyriroynd.

Men í sambandi við tílíkt býti verður væl og virðiliga kannað, um føroyska koyrikortið er ektað, tí tá verður tað mett at vera útlendskt.

Tey, sum vilja umbýta føroyska koyrikortið til danskt, skulu venda sær til kommununa, sum tey búgva í.

 

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, spurdi  ferðslumálaráðharran um umbýti av føroyskum koyrikorti í Danmark.

 

Spyrja ferðslustýrið

Ivast kommunan í, um koyrikortið er ektað, spyr hon ferðslustýrið, sum síðani spyr ríkispolitiið.

Ferðslustýrið setur seg í samband við Akstovuna í Føroyum, um ivi er um, at koyrikortið er ektað. 

Alt hetta verður gjørt fyri at sleppa undan, at følsk útlendsk koyrikort verða umbýtt til donsk. 

Hetta sigur danski ferðslumálaráðharrin, Thomas Danielsen, í svari til Sjúrð Skaale, fólkatingsmann, sum spurdi, um føroyska koyrikortið ikki kann sleppa undan at vera viðgjørt sum útlendskt koyrikort.

Tað kann tað ikki sambært svarinum frá ráðharranum.

 

Thomas Danielsen, ferðslumálaráðharri. (Mynd: Berlingske)

 

Bíða leingi

Danska kunngerðin um koyrikort sigur annars, at føroyskt koyrikort er "i enhver henseende sidestillet med et dansk kørekort."

Sjúrður Skaale sigur, at føroyingar, sum vilja býta um koyrikort, noyðast at bíða leingi eftir svari.

Meðan tey bíða, fáa tey eitt fyribils koyrikort, sum skal endurnýggjast triðja hvønn mánað, og tað kann ikki brúkast uttan fyri Skandinavia. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985