Kunnu leggja ov stórar lánsbyrðar á landið

Kunnu leggja ov stórar lánsbyrðar á landið
Fíggjarmálaráðið væntar, at mest sum allar verkætlanir hjá Húsalánsgrunninum verða fíggjaðar við láni, nú ætlanin er at strika kravið um fíggjarligt avkast
Fíggjarmálaráðið sigur, at Húsalánsgrunnurin hevur ein avkastmyndil, sum krevur lægri vinning og yvir longri tíð enn hjá flestu privatu íleggjarum. (Savnsmynd)
 
28.03.2023 - 11:41

Fíggjarmálaráðið ávarar um, at Húsalánsgrunnurin kann leggja ov stórar lánsbyrðar á landið í komandi árum.

Tað ger ráðið í hoyringarskrivi um uppskotið hjá Umhvørvismálaráðnum um at strika kravið hjá Bústøðum um, at teir skulu hava aðrar íleggjarar til bústaðabygging.

Fíggjarmálaráðið heldur tó, at tað er skilagott, at tað ikki skal vera eitt krav, men heldur ein møguleiki at fíggja byggiverkætlanir saman við øðrum.

Men ráðið sigur, at Húsalánsgrunnurin hevur ein avkastmyndil, sum krevur lægri vinning og yvir longri tíð enn hjá flestu privatu íleggjarum. 

 

Alt fíggjast við láni

Tað ger, at Húsalánsgrunnurin í lítlan mun fær avkast av gjørdum íløgum til at gera nýggjar íløgur.

Roknast má tí við, at mest sum allar verkætlanir hjá Húsalánsgrunninum skulu fíggjast við meira láni so hvørt. 

Tað krevur so lógarbroyting, um farast skal upp um lógarásetta lánsloftið hjá Húsalánsgrunninum, vísir Fíggjarmálaráðið á.

Fíggjarmálaráðið mælir tí til at meta um avkast- og fíggingarmyndilin hjá Húsalánsgrunninum, um hann er haldførur og ikki leggur ov stórar lánsbyrðar á landið í komandi árum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435