- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kendir føroyingar
Poul F. man vera ein hin kendasti og best umtókti føroyski yrkjarin. Í nýggjari tíð hevur fólkasangarin Hanus G. Johansen veitt honum stórfingna uppreisn við sínum mongu sangtulkingum av yrkingum hansara.
Poul F. er gitin sum samfelagsrevsandi yrkjari, ivaleyst hin fyrsti av sínum slagi í Føroyum. Djarvur og bersøgin lýsti hann við broddi, speii og skemti evni, sum vóru forboðin og viðbrekin. Hann dugdi kortini annað enn at prika og øsa.
Hann var fullbúgvið skald, hevði hollan málsligan førning og vítt útsýni, fosturlandsalskur rennur úr nógvum yrkingum, kvinnuni fagnar hann eisini við heitum og sansaligum orðum, men undir øllum bilgist kortini høvundans djúphugsan um tilveru og ævinleika.
Í fyrra parti av nýggju stuttrøðini um Hargaskaldið, fáa vit søguna um barnaárini í Sumba fyrst í farnu øld, um lestrarárini í Havn, árini sum lærari og familjumaður í Froðba, um frumútgávuna "Gaman og álvara", rumblið um lærarastarvið, sum endaði við, at hann fór úr hesum yrki longu í 1926, um royndirnar at fóta sær sum verkamaður og dagleigari, um vaksandi rúsdrekkanýtslu og tráan eftir viðurkenning, og um persónligan sorgarleik.
Hans Petur Hansen og Suni Merkistein leggja til rættis.
Kendir føroyingar
Sendirøð um kendar føroyingar.