Kendir føroyingar

Kendir føroyingar: Jørgen Frantz (1:2)
12-01-2023
Føroyskur dokumentarur frá 2018

Føroyski rithøvundurin Jørgen-Frantz Jacobsen fekk syrgiliga lagnu. Longu á ungum árum fekk hann herviligu tuberklasjúkuna at dragast við. Hon legði honum sum vera man meinbogar í vegin og tarnaði framtíðarætlanum hansara.

Jørgen-Frantz var ógvuliga gávuríkur maður, og var uppi í mongum vási. Ikki fyrr enn hann gjørdist so ússaligur, at hann legðist á song, fór hann undir skaldsøguna Barbara.

Nú byrjaði ein kapprenning við deyðan at fáa bókina lidna. Hann var næstan komin á mál við skaldsøguni, tá ið maðurin við líggjanum var eftir honum.

Jørgen-Frantz var einans 37 ára gamal, tá ið hann andaðist í mars 1938. William Heinesen greiddi bókina til prentingar fyri deyða barndómsvinmannin. Tá forlagið Gyldendal gav bókina út á heysti 1939, var hon stórliga fagnað.

Barbara er framvegis millum mest lisnu skaldsøgur á donskum. Nils Malmros gjørdi miðskeiðis í 90-unum film yvir skaldsøguna. Filmurin var í 1998 heiðraður sum ársins danski filmur.

Bókin og filmurin er í stórum søgan um kvinnuna, sum Jørgen-Frantz var brennandi ásttikin í stóran part av sínum vaksna lívi. Barbara var í veruleikanum Estrid Holm, seinni gift Bannister Good. Hon veitti Jørgen-Frantzi gævustundir, men eisini sváran hjartatrega. Hon gjørdist hansara "femme fatale".

Í tveimum sendingum á jólum í røðini yvir Kendar føroyingar verður sagt frá lívi og tilveru Jørgen-Frantz Jacobsens. Jógvan Isaksen, Bergur Rønne Moberg, Hanus Kamban, Nils Malmros, Súsanna Danielsen og onnur siga frá.

Vit hoyra eisini William Heinesen og Estrid Bannister Good í upptøkum frá 1974 greiða frá, nýggj leikbrot styðja uppundir frásøgnina, eisini verður upplestur úr forvitnisliga brævaskiftinum, sum Jørgen-Frantz hevði við eitt nú William og Estrid.

Jógvan Eli Dam og Suni Merkistein leggja til rættis.

 

Sendingin varð send fyrstu ferð 25. desember 2018.

Kendir føroyingar

Sendirøð um kendar føroyingar.

Føroyskur dokumentarur frá 2018
19-01-2023
Føroyskur dokumentarur frá 2018
12-01-2023
Føroysk dokumentar stuttrøð
13-04-2020
Føroysk dokumentar stuttrøð
12-04-2020
Føroysk dokumentar stuttrøð
23-05-2019
Føroysk dokumentar stuttrøð
16-05-2019
- føroyskur dokumentarur
11-01-2018
Ebba Hentze var listakvinna í víðastu merking. Bókmentirnar vóru hennara kall. Hon las og skrivaði frá tí, at hon var smágenta.
08-11-2017
Kjølbro bygdi upp ta størstu og mest fjølbroyttu vinnufyritøkuna í Føroya søgu.
12-10-2017
Føroysk dokumentarsending um Niels Juel Arge, fyrrverandi útvarpsstjóra
16-02-2017
Dokumentarsending um Hans Jákup Højgaard, kórgandakallin av Toftum
05-01-2017