- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kendir føroyingar
Andrea Árting var komin væl upp í árini, tá hon í ringastu tíðunum í 30-unum púra óvæntað gjørdist forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag.
Kreppan hevði við sær, at fakfeløgini vóru undir trýsti. Hetta nervaði tó ikki Andreu. Hon var órødd, og hon segði altíð tingini beint fram - sama, hvar ið hon var. Við sínum eyðsýnda sosiala tilviti gjørdist hon ein ímynd fyri fakfelagsstríðið í Føroyum í 20. øld.
Alt sítt vaksna lív setti hon rættindini hjá kvinnum í brennidepilin. Hóast hon ongantíð sat á tingi, so virkaði hon í roynd og veru sum ein sosialpolitikkari. Lønin hjá arbeiðskvinnunum var størsta partin av 20. øld væl lægri enn hjá monnunum. Hetta setti Andrea sær fyri at broyta.
Í 1977 rakk hon loksins úrslitinum, at kvinnur og menn skuldu fáa líka løn fyri sama arbeiði. Tá hon seinni sama árið legði frá sær sum forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag, var hon 85 ára gomul.
Lagt til rættis: Ivan Hentze Niclasen.
Kendir føroyingar
Sendirøð um kendar føroyingar.